Hargarbrøðurnir, nevndir hargarkempurnar, dóttursynir Jenis í Laðangarði (hin seinna), búðu í Hørg í Sumba. Teir vóru fýra í tali, allir kimpurligir menn og avburðarmenn til styrki og reystleika: Niklas, Jógvan, Ísakur og Pætur. Teir yngstu av teimum vóru tvíburabørn. Illa samdust teir, og so hatskir vóru teir hvør á annan, at agn fór ikki um bekkin, tá ið teir vóru á útiróðri; var uppi hjá einum, varð hann at sita fyri einki. Hvør teirra andøvdi sín dagin.

Teir løgdu so felag, tveir og tveir: miðlingabrøðurnir í øðrum partinum, hin elsti og hin yngsti í øðrum. Miðlingabrøðurnir vóru farnir á Hólmskorar at royta seyð og stinga ullina til sín, tó at felag var ímillum teir allar. Tá ið teir vóru á veginum heim aftur, fóru hinir avstað og møttu teimum á Eggjargarði. Hin yngsti vildi leypa á og taka ullina, men hin elsti, Niklas, ið var toligur maður, ráddi frá: tí - segði hann - fóru teir saman at berjast, kom eingin teirra aftur, av tí at teir vóru javngóðir; betri var at fara út í Dal og royta afturímóti. Teir út í Dal at reka, men miðlingabrøðurnir vendu og fóru aftaná. Tá ætlaðu teir at hópast og lovaðu, at tá ið teir komu á rættina, skuldi morð vera, Men sum teir gingu og róku seyð, báðir partar, og vóru komnir heim á Fløur (rættin stóð á Hellurók), tá kom so snøggliga eitt myrkur niður yvir teir 1). Angist kom á teir, og teir lovaðu nú øðrvísi enn fyrr, at læt Várharra teir sleppa við lívinum, skuldu teir vera betri menniskjur. Tá lýsti í myrkrið aftur; teir hálsfevndust og lovaðu, at einki stríð skuldi vera teirra millum aftur. Síðan sótu teir so væl um sátt, at teir býttu ikki í pottin; alt var í felagi.

Hargarbrøðurnir fóru ein dagin eftir jólaseyði út á Bláaberg. Teir tóku hvør sínar seks ær, fatlaðu saman og fóru undir at bera. Á veginum heim til húsa funnu teir ein deyðseyða, og ein teirra vildi hava hann upp í bandið til sín. Men Niklas helt fyri, at hann átti hann, tók hann upp í bandið hjá sær og bar alt heim til húsa í einari byrði.

Giljabóndin fekk so nógvan heystskurð, og tveir av hargarbrøðrunum fóru tí eitt heystið norður til Hvalbiar til at biðja. Um kvøldið spurdi bóndin, um teir vildu ikki koma og hjálpa sær at reka. "Jú, tað var sjálvandi." Tikið skuldi alt vera, sum kundi fáast í hond, og einki sparast, segði giljabóndin. Teir fóru avstað saman, hittu eitt stórt fylgi og vildu fáa tað í eitt heldi; men fylgið sleit seg sundur. Bóndin varð við annan flokkin, hinir við annan. Brøðurnir fingu seyðin í eitt heldi á norðaru síðu á Hvalvíkini í Elukonurætt. Niðri undir einum hamarsspjalla, ið har er omanfyri, niðast á snupsini, fingu teir hendur á fylgið og bundu tað niður, alt sum var. Síðan søktu teir hús upp og komu í dyr út ímóti nátturðamála. Bóndin var tá komin aftur við húskøllunum og hevði lítið ella einki fingið at rokna. Hann spyr, um teir hava vunnið nakað. Ja, søgdu teir, men teir vistu ikki hvar. Um teir mundu finna aftur á tað? spurdi bóndin. Óivað tað! hildu teir. So fóru teir avstað morgunin eftir og funnu plássið. Bóndin var findarblíður, at teir høvdu fingið so nógv: nú skuldu teir fáa lønina, segði hann, og tað skuldi vera so mikið, sum teir kundu bera báðir av seyði. Teir tóku tá hvør sínar sjey seyðir og bóru beinan vegin til Sumbiar.

Tað var eitt heystið, at ein av hargarbrøðrunum bað laðangarðsbóndan um eitt sindur av hoyggi. Bóndin lovaði honum eina byrði og bað hann taka av einari sátu, ið stóð á bønum. Hargarmaðurin tók og fatlaði um sátuna, alla sum hon var, tók hana upp á bakið og bar hana niðan til garðs beint ímóti brekkuni. Tá ið laðangarðsbóndin sá, at øll sátan var horvin, varð hann illur og brigslaði eftirsíðani hargarmanninum, at hann hevði tikið meira, enn hann hevði fingið lov til. Men hargarmaðurn hevði vitni uppá, at hann hevði ikki borið meira enn eina byrði, og tað var tað, ið laðangarðsbóndin hevði lovað honum. So varð bóndin at geva seg til tols.

Ein kúgv, ið hargarbrøðurnir áttu, var til fóðurs í Vági. Ein vetur fóru teir til Vágs eftir henni, men á veginum heimaftur kom ódnarveður á teir, og kavin legðist so ógvuligur, at øll hildu teir fara at doyggja úti. Men pápi teirra hevði góða vón. Hin elsti, segði hann, hevði onga neyð á landjørðini — slíkan knassa helt hann hann vera. Seint á kvøldi um leggingartíð komu teir, hin elsti berandi kúnna. Hon legðist fyri á Lopransdali, men so tók hann hana á bakið — teir stappaðu klæðir í fótabugin — og bar hana allan vegin.

Írar vóru komnir inn á Hvalbiarfjørð til at ræna seyð og hvat annað, teir kundu fáa. Ikki fóru teir við mýkindum. Og fólkið flutti niðan í fjøllini til at skýla sær, meðan boð fór um oynna til at samla menn til verju. Hargarbrøðurnir fóru norður og høvdu við sær sum vápn kobbakeppar við hvøssum jørnum í. Tá ið teir komu norður ímóti Káragjógv (sunnan fyri Hvalba), skiltust teir. Niklas fór í Káragjógv til at verja; hinir fóru í Ásgjógv (eystan fyri Káragjógv), har sum meginparturin av fíggindunum stevndi at. Føroyingarnir vóru í erva og blakaðu smágrót ella bóltaðu bergklettar og stórar hellur oman á írarnar at forða teimum uppgonguna. Teir tordu tá ikki upp ígjøgnum, men flýddu omanaftur. Eitt býtt var hjá hargarmanninum í Káragjógv. Nakrir fíggindar komu upp tann vegin. Ein gekk undan; hann var so óførur til støddar, at hann var ein knýttan neva millum eygnanna. Niklas og fylgisneyturin vóru farnir niður í eina kliv miðskeiðis í svøðunum, stóðu á einum bringi og bóltaðu grót oman. Ein hella kom bóltandi. Írin sló undir hana við lógvunum og rópaði »pli!« »Ingen pli!« rópaði tað býtta; men tá varð írin fljúgandis og helt uppeftir. Hann var drúgvast komin uppá, so kom hargarmaðurin ímóti honum. Har stóðu teir og mundaðust: hvørgin tordi at herja á annan. Niklas bað fylgisneytin gera íranum mein aftantil og steyta hann upp ímillum herðarnar. Hann so gjørdi; írin leit aftur um seg, og hargarmaðurin reiggjaði til við keppinum, so hann small, og tað sang eftir í peningataskuni, hann hevði uppi á sær. Har lá hann og kiptist; so tók Niklas korðan av honum og rendi ígjøgnum. Hargarbrøðurnir eltu írarnar oman Káragjógv og Ásgjógv. Sterkasti av brøðrunum var úti á Flekki, men var horvin, tá ið hinir komu. Teir ætlaðu at hevna hann, men einki spor sást til hansara. Tá ið teir gingu oman fyri Lítla Hamar (vestast í Nesi), kom hann niðan frá vatninum: hann hevði elt ein íra til "Íradammin" og kruvt hann har. Niklas og Jógvan eltu tveir hinar ítastu av fíggindunum, ið flýddu undan oman í bø. Jógvan sló annan íran deyðan tætt við Gjørðagarð (hann skal liggja grivin í Slokkunum á Gjørðasondum). Niklas høgdi eftir hinum eitt stórt høgg við keppinum, í tí at hann leyp um merkisgarðin millum Leirabø og Neystabø, men rakaði ikki. Høggið kom í garðin, so har kom stórt skarð í - vallgrógvin garður var - og merkið eftir hesum høggi sigst at standa í garðinum enn.

Tá flutti alt íraliðið, ið eftir var, í bátarnar og aftur á skipið. Síðan fóru teir undir segl.

Stóra Dímun var boðin hargarbrøðrunum í løn fyri hetta avreksverk teirra. Teir róðu runt um oynna, men skoyttu ikki um at eiga hana: tí — hildu teir — eingin var fuglurin har afturímóti í Sumba. Sumba var útgivið ímóti nærum øllum Føroyalandi til fugl í teirri tíðini.

Ein dagin, sum hargarbrøðurnir vóru úti á havi, kom herviligur stormur av landnyrðingi á teir, og teir spurdust ikki aftur.

1) Talan kann vera um sólarmyrkingina, sum var nakað fyri middag 30. mai í 1612.

Sterka Marjun var móðir Hargarbrøðurnar. Líkt er, at faðir hennara var Jenis Jógvansson bóndi í Laðangarði, og at bróðir hennara Símun Jenisson tók við festinum í 1592.

Tað merkir, at hargarbrøðurnir hava livað um ár 1600, og einasta sólarmyrking hesi árini var 30. mei 1612.

Sambært bókini "Sonnenfinsternisse von 600 bis 1800" eftir J. Fr. Schroeter, sum varð givin út í Kristiania í 1923, hava árini 1400-1800 verið seks fullar sólarmyrkingar í Føroyum: 26. juni 1424, 3. februar 1440, 18. juni 1536, 30. mei 1612, 13. mai 1733 og 5. September 1793.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 24. Apríl 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

SUMBIAR KOMMUNA   
Postboks 72   
Í Kerinum 27   
FO - 970 Sumba   
   
Tel.: 298 37 03 44
Fax. 298 37 01 14
     
Arbeiðsformaðurin: 298 22 39 04
     
Teldupost adressa: sumba@sumba.fo
   
Heimasíða: http://www.sumba.fo
Kommunuskrivstovan    
Týsdag  08.00  -  12.00
Hósdag  08.00  - 12.00
Mánadag, mikudag og fríggjadag er stongt.
 
Bingjuplássið
Mánadag 16.00  - 17.45
Týsdag 16.00  -  17.45
Hósdag 16.00  - 17.45
Fríggjadag 16.00  - 17.45
Leygardag 17.00  - 18.45
Mikudag er stongt.
Neyð og hjálp:  tlf. 112
Løgreglan í Suðuroynni tlf. 37 14 48
Løgreglan í Havn  tlf. 35 14 48
Brandstøðin í Vági tlf. 73 30 99
     
Suðuroyar Sjúkrahús tlf. 34 33 00
Læknamiðstøðir:    
Í Vági tlf. 66 30 20
Á Tvøroyri tlf. 37 15 85
Læknavaktin tlf. 1870
     
Suðuroyar (Vakt.tlf.)
Barnaverndartænasta
tlf. 28 30 33