Í Sumba bar tað á, sigur gomul frásøgn, at eina ferð, sum smábørn vóru úti og spældu síðla á degi, hvarv ein genta burtur. Pápi hennara nevndist Mikkjal á Liða. Leitað varð eftir barninum leingi, men alt til einkis; myrkrið kom á, og so var øll leiting givin yvir. Um náttina droymdu bóndin á Liða og kona hansara, at tey skuldu ikki leita eftir gentuni: Nykurin í tjørnini hevði tikið hana, men tey skuldu geva seg væl og ikki vera forharmað; so skuldu tey hava eydnu við sær í øllum lutum uttan við dreingjabørnum; men dyrnar áttu altíð at horva ímóti kirkjugarðinum, sum tær gjørdu nú, og ikki vera vendar; annars skuldi eydnan víkja frá aftur. Tá ið tey høvdu droymt hetta, royndu tey at geva seg til tols. Tey áttu fýra dreingir, sum allir doyðu, men alt annað vignaðist teimum væl. So góða eydnu hevði Mikkjal við korni, at tá ið strúgvin var sópaður út, var hann so nógvur, at heil lombini vóru innaní, og ikki varð ansað eftir slíkum, fyrr enn lombini vóru funnin rotin í køstinum. Ofta varð tí sagt við ein, sum var nakað illgjørdur: »Strúgva so væl burtur úr hálminum! lat vera so reint!« Hinir bøndurnir vóru so avundsjúkir inn á hann, at teir vildu ikki lata hann fáa veðragjóling og vardu fyri, at gjólingur skuldi ikki koma til seyð hansara; men eydna Mikkjals var so góð, at næstan hvør ær hansara var tvílembað. Hálvthundrað ær Mikkjals stóðu eina ferð innikavaðar í ein mánað á niðasta hæli í Brunabergi, áðrenn tær sluppu upp aftur.
Mikkjal átti jørð í Hovi. Tá ið hoyggið var innborið har, og tað leið so mikið út á heystið, at neyt skuldu vera innibundin, tók Mikkjal neytsbandið, bant um hálsin á tveimum kúnum og bað tær fara til Hovs. Tær fóru beinan vegin, og uppsitarin í Hovi tók so og bant tær til hælin. Har stóðu tær um veturin, til hoyggið var uppetið; so varð bandið bundið aftur um hálsin á teimum og báðar sendar suður aftur uttan fólk og uttan fylgi til Sumbiar.

So leingi sum Mikkjal livdi, vóru dyrnar á Liða ikki vendar, og eisini eftir deyða hansara stóðu tær leingi. Men so giftist ein drongur á Liða við einari gentu vestan úr Stovu; hon fekk hug at venda durunum til at stytta um vegin heim til foreldrini, og tá var eydnan burtur alt fyri eitt. So varð við aftur vent, men eydnan kom ikki aftur.