Leysir hundar
Atkvøður í alt: 75
Fólkayvirlitið og flyting
Flyting í kommununi.
Fólk, sum skifta bústað í Sumbiar Sóknar Kommunu, skulu boða frá flytingini, á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Sóknar Kommunu.
Flyting úr norðurlondum til Sumbiar Sóknar Kommunu.
Verður flutt úr onkrum av norðurlondunum til Sumbiar Sóknar Kommunu, skal flytingar skal fyllast út á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Sóknar Kommunu.
Flyting úr Sumbiar Sóknar Kommunu til norðurland.
Verður flutt úr Sumbiar Sóknar Kommunu til eitt norðurland, skal boðast frá hesum í kommununi flutt verður til.
Flyting úr øðrum landi enn norðurlandi til Sumbiar Sóknar Kommunu.
Verður flutt úr einum landi uttan fyri norðurlond til Sumbiar Sóknar Kommunu, skal flytingar skjal fyllast út á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Sóknar Kommunu.
Flyting úr Sumbiar Sóknar Kommunu til annað land enn norðurland.
Verður flutt úr Sumbiar Sóknar Kommunu til eitt land uttan fyri norðurlond, skal boðast frá á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Sóknar Kommunu.
Her ber til at taka niður ella skriva út skjøl, sum hava við fólkayvirlitið hjá Sumbiar Sóknar Kommunu at gera.
Oyðubløð Frásøgn um búflyting í kommununi Frásøgn um búflyting til Føroya fyri ikki norðurlendskar ríkisborgarar Frásøgn um búflyting úr Føroyum til onnur lond enn norðurlond Fyri at lata upp pdf fíl krevst "Adobe Reader", sum er ókeypis og kann takast niður frá netinum, trýst á myndina niðanfyri um tú ikki fær latið skjalið upp.
Frásøgn um búflyting úr einari kommunu í aðra
Frásøgn um búflyting millum norðurlendska bústaðarflyting til Føroyar












