Skal Suðuroyggin, verða skipa sum ein kommuna?
JA - 40%
NEI - 60%
Atkvøður í alt: 60
Atkvøðu møguleikin fyri hesum evninum er endaður hin: 03 Mai 2012 - 00:00
Sneppan Í Hamrabyrgi
SNEPPAN Í HAMRABYRGI
Áðrenn sóttin svarta kom og legði oyði í Føroyum, var Víkarbyrgi í Suðuroy av størstu bygdum. Men sóttin ruddaði út í Víkarbyrgi og Hamrabyrgi (tey vóru tá bæði sum ein bygd). Eitt konufólk í Hamrabyrgi, nevnt Sneppan, livdi einsamalt eftir; men hon var vorðin so vill og stygg, at hon fekst ikki upp ímillum fólk aftur. Í Hamrabyrgi varð hon sitandi einsumøll alla sína ævi, og tí gingu menn og kastaðu kjøt niður av einum hamri til hennara, at hon skuldi ikki doyggja í hungri.
Ein toft er enn í Hamrabyrgi, sum rópast Snepphúsið eftir henni.
Søgn er eisini, at tá ið sóttin svarta hevði herjað, vóru í Sumba bert nøkur fá konufólk eftir. Synir bóndans í Akrabyrgi giftust tá hagar.












