Skriva út

Flyting í kommununi.
Fólk, sum skifta bústað í Sumbiar Kommunu, skulu boða frá flytingini, á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Kommunu.

Flyting úr norðurlondum til Sumbiar Kommunu.
Verður flutt úr onkrum av norðurlondunum til Sumbiar Kommunu, skal flytingar skal fyllast út á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Kommunu.

Flyting úr Sumbiar Kommunu til norðurland.
Verður flutt úr Sumbiar Kommunu til eitt norðurland, skal boðast frá hesum í kommununi flutt verður til.

Flyting úr øðrum landi enn norðurlandi til Sumbiar Kommunu.
Verður flutt úr einum landi uttan fyri norðurlond til Sumbiar Kommunu, skal flytingar skjal fyllast út á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Kommunu.

Flyting úr Sumbiar Kommunu til annað land enn norðurland.
Verður flutt úr Sumbiar Kommunu til eitt land uttan fyri norðurlond, skal boðast frá á kommunuskrivstovuni hjá Sumbiar Kommunu.


Her ber til at taka niður ella skriva út skjøl, sum hava við fólkayvirlitið hjá Sumbiar Kommunu at gera.   

Oyðubløð

Frásøgn um búflyting í kommununi

Frásøgn um búflyting úr einari kommunu í aðra

Frásøgn um búflyting millum norðurlendska bústaðarflyting til Føroyar

Frásøgn um búflyting til Føroya fyri ikki norðurlendskar ríkisborgarar

Frásøgn um búflyting úr Føroyum til onnur lond enn norðurlond