Sumba_kirkja

Í nøkur ár hevði verið tosa um nýggja kirkju, og menn í Sumba høvdu í 2 ár verið í holt við at bróta grót og samla tilfar, tá prósturin í 1885 legði fram umsókn um for
Kirkekassernes Regning at lade paabegynde Opførelsen af Sumbø Kirke til forestaaende Foraar.

Bygginevnd var sett frammanundan, við m.ø. J.C. Evensen, og hon arbeiddi víðari við, hvat tilfar brúkast skuldi til tak og torn eins og hvussu múrarnir skuldu vera innan.

Útgrevstur fyri múrunum og slætting av økinum var álagt sum pliktarbeiði; fýra
dagsarbeiði fyri hvønn mannin. Formaður fyri hesum arbeiði var Johan Hypolitus
Samuelsen.

Tekningar og kostnaðarætlan skuldu gerast, og hesi arbeiði læt løgtingið til ávikavíst
J.A. Arge og Dione Isaksen. 22. mars 1886 vóru teir lidnir við arbeiði.

Til at halda eftirlit við byggingini vóru settir G. Sigurðson, timburmaður og snikkari,
og J.A. Nolsøe, timburmaður.

Grótarbeiði gjørdi Petur í Mattalág, byggimeistari úr Havn, sum eisini røkti
postflutningin úr Havn til Suðuroyar.

Andreas Jensen, snikkarameistari, av Viðareiði, fór í gongd við timbur- og
snikkaraarbeiðið t. 8. juli 1886.

Kirkjan, sum er 27 x 13 alin til støddar, varð takt við nævur og flag, men tornið
varð takt við skifuri. Takið er síðani skift til asbest.

Kirkjan varð vígd tann 19. juni 1887 og við til vígsluna vóru J.C. Evensen,
Føroya próstur, Frederik Petersen, Suðuroyar prestur og Christian Andreas
Hansen, Havnar prestur.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]
Kirkjuráði.

Formaður, Gudmund Poulsen, Sjógøta 1, 970 Sumba, Tlf. 37 05 54

Sóknarprestur.

Patrick de Neergaard, Hvanndalsbrekka 1, 900 Vágur, tlf. 37 30 23 / 23 73 26.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 22. mai 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

SUMBIAR KOMMUNA   
Postboks 72   
Í Kerinum 27   
FO - 970 Sumba   
   
Tel.: 298 37 03 44
Fax. 298 37 01 14
     
Arbeiðsformaðurin: 298 22 39 04
     
Teldupost adressa: sumba@sumba.fo
   
Heimasíða: http://www.sumba.fo
Kommunuskrivstovan    
Týsdag  08.00  -  12.00
Hósdag  08.00  - 12.00
Mánadag, mikudag og fríggjadag er stongt.
 
Bingjuplássið
Mánadag 16.00  - 17.45
Týsdag 16.00  -  17.45
Hósdag 16.00  - 17.45
Fríggjadag 16.00  - 17.45
Leygardag 17.00  - 18.45
Mikudag er stongt.
Neyð og hjálp:  tlf. 112
Løgreglan í Suðuroynni tlf. 37 14 48
Løgreglan í Havn  tlf. 35 14 48
Brandstøðin í Vági tlf. 73 30 99
     
Suðuroyar Sjúkrahús tlf. 34 33 00
Læknamiðstøðir:    
Í Vági tlf. 66 30 20
Á Tvøroyri tlf. 37 15 85
Læknavaktin tlf. 1870
     
Suðuroyar (Vakt.tlf.)
Barnaverndartænasta
tlf. 28 30 33