Skriva út

Jólapakka til hvørt húskið í Sóknini.

 

Í ár hevur Sumbiar Kommuna, læti jólapakka til hvørt húski í kommununi.

Fyrr í vikuni, koyrdu bygdarráðslimirnir út til hvørt húski í Sumbiar kommunu, har teir deildu út jólapakkar til borgararnar.

Í pakkanum var ein dunna, ein karamellu eskja og álmanakkin hjá Lions Suðuroy fyri komandi ár (Suðuroyarkalendarin 2011).

Um so er at, onkur ikki hevur fingið jólapakka, verða tey vinarliga biðin um at boða kommununi frá.