hondRáðgevi / stuðul til Suðuroyar
barnaverndartænastu – starv á 30 t/vikuna

Søkt verður eftir fólki 30 tímar um vikuna at starvast, fyrst og fremst, heima hjá barna- familjum, har ein stuðlar og ráðgevur foreldrum og børnum.

Arbeiðið er í tøttum samstarvi við barnaverndarumsitingina og onnur fakfólk. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða út frá hølunum hjá Suðuroyar barnaverndartænastu.

Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta í dagtímunum, men uppgávur kunnu uppstanda, sum eru uttanfyri vanligu arbeiðstíðina. Arbeiðstíðin skal tillagast tørvin hjá familjunum.

Søkt verður eftir skikkaðum starvsfelaga ið:

  • Hevur útbúgving, sum tildømis, námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, ella aðra miðallanga, relevanta útbúgving.
  • Er persónliga sterkur við góðum innlivingarevnum.
  • Skal virða ymiskleikan hjá fólki.
  • Dugir væl at samstarva og samskifta.
  • Virkar fyri, at foreldrini fáa neyðugan stuðul til menning av foreldrauppgávuni.
  • Hjálpir børnum/ungum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag.
  • Dugir væl at gera eygleiðingar og er fakliga væl fyri.
  • Hevur dirvi at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt.


Vit bjóða:

  • Eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv.
  • Sparring og vegleiðing frá starvsfólkunum á barnaverndartænastuni.
  • Supervision og møguleika fyri at mennast fakliga.
  • Eitt sjálvstøðugt starv har ein skipar arbeiðsdagarnir í samstarvi við umsitingina á barnaverndartænastuni og familjurnar.

Førleikar:

Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra miðallanga útbúgving. Viðkomandi royndir við sosialt útsettum børnum og familjum er ein fyrimunur.

Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort og bil.

Um Suðuroyar barnaverndartænastu

Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fimm starvsfólk í umsitingini.

Endamálið hjá Suðuroyar barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er nøktandi og gongd kemur á góða menning.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og er tíðaravmarkað fram til 1. apríl 2019, við møguleika fyri at fáa fast starv. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarandi fakfelag.

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16.04.18 kl. 12.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum. Hjálagt umsóknini skal eisini vera revsiváttan. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Jónleyg á tlf: 288085 ella teldupost: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella telduposti til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta
Sornhúsvegur 22
Postboks 104
800 Tvøroyri

ella: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 22. apríl 2018 kl. 20:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba
Mostly Cloudy

5°C

Sumba

Mostly Cloudy

Humidity: 81%

Wind: 16.09 km/h

  • 24 Apr 2018

    Showers 5°C 4°C

  • 25 Apr 2018

    Showers 6°C 4°C