Skriva út

Kommunan er byrja at skifta gøtuljósini í Sumba, frá vanligu gøtuljósunum til LED - ljós.
Í hesum sambandinum heitir kommunan á borgararnar um at vísa tolsemi.

Kommunan hevur arbeitt miðvíst við at skifta gøtuljósini í kommununi frá vanligu gøtuljósunum til LED - ljós.

Harumframt verða gomlu træ - lyktarpelarnar skiftir við jarn pelar.

Sum liður í hesum arbeiði eru gøtuljósini í Lopra og Økrum nú skift.

LED - ljósini geva betur ljós, umframt ein munandi orkusparing.

Sumbiar Kommuna