Søkt verður eftir leiðara til ½ tíð til dagrøktar skipanina hjá Sumbiar kommunu frá 1. januar 2020.

Dagrøktarskipanin hjá Sumbiar kommunu umfatar 6 dagrøktarar, og 29 børn og eina spælistovu, sum leiðarin hevur dagligu leiðsluna av.

Børnini i dagrøktarskipanin eru i aldrinum O til 7 ár. Dagrøktarleiðarin hevur eisini fíggjarligu og fyrisitingarligu leiðsluna av dagrøktini.

Dagrøktarskipanin liggur undir Sumbiar kommunu, og samstarvar leiðarin tætt við Sumbiar kommunu.

Krøv til dagrøktarleiðaran
Umsøkjararnir verða mettur út frá bæði fakligum, persónligum og leiðslu førleikum.

Fakligir førleikar:

  • Søkt verður eftir einum leiðara við námsfrøðiligari útbúgving.
  • Tað kann verða ein fyrimunir, at hava leiðsluútbúgving, ella leiðslu royndir.
  • Leiðarin skal kunna ráðgeva og vegleiða sínum starvsfólki.
  • Leiðarin skal verða fakliga væl fyri i mun til mál bólkin 0 til 7 ár.

Leiðsluførleikar:

Ynskiligt er, at leiðarin hevur dirvi til at handla og megnar at motivera síni starvsfólk við einari sjónligari leiðslu við útgangsstøði i samskifti, áliti og ábyrgd.

  • Ein leiðari, sum kann samskifta krøv og møguleikar til starvsfólkið og foreldur uppá ein greiðan og innlivandi hátt.
  • Ein leiðari, sum vil arbeiða við áhaldandi at menna dagrøktina og starvsfólk
  • Ein sjónligan, virðisskapandi og mentanar skapandi leiðara
  • Ein leiðari, sum strembar eftir at skilja sítt umhvørvi við útgangsstøði i teimum menniskjaligum sambondunum

Persónligar førleikar:

  • Søkt verður eftir einum positivum og eldhugaðum leiðara.
  • Einum leiðara, sum kann arbeiða i einum toymi og sum i sinum dagliga degi vísir tollyndi og samstarvs vilja
  • Einum leiðara við visjónum og persónligum virðum
  • Einum leiðara, sum sær týdningin av samskifti og samrøðum við bæði starvsfólk, foreldur og børn
  • Einum leiðara, sum hevur dirvi til at taka tær avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum miðum og málum
  • Einum leiðara, sum hevur álit til, at øll geva tað besta tey kunnu, men um tað ikki er soleiðis, so hava ein hátt at Ioysa hetta uppá

Dagrøktarleiðarin verður løntur samb. avtalu millum KAF og Pedagogfelagið.

Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tá ringja til Sumbiar kommunu á tlf. 370344 ella skriva til teldupostadressuna: Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.

Umsóknin skal verda Sumbiar kommunu i hendi i seinasta lagi 27. november 2019 kl. 12:00

Umsóknin kann sendast til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella til, Sumbiar kommuna, Í kerinum 27 , 970 Sumba

Sumbiar Kommuna

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 05. novembur kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba