Skriva út

 

Síðani kommunuvalið 11. November 2008, hevur verði tosað um at gera eina heimasíða til kommununa.

Kommunustýrið tók einmælt undir við at gera eina heinasíðu, á kommunustýrisfundi 02. November 2009.

Orsaka av at ongin peningur var avsettur á fíggjarlógini fyri 2009, var gjørt av at bíða til fíggjarárið 2010.

Hví skulu vit hava eina heimasíðu.
Bygdarráði metir tað verða neyðugt. Soleiðis at øll kunning frá kommununi til borgararnir er tøk á alnótini.

Somuleiðis sum tað er álagt kommunustýrinum í fylgi kommunustýrislógin Kapittul 5 §27.

Stk. 1. Kommunustýrið skal kunna borgararnar um ta endaligu samtyktu fíggjarætlanina eins og um roknskapin saman við møguligum viðmerkingum.

Stk. 2. Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

Í samband við at Sumbiar Kommuna, avgjørdi at gera eina heimasíðu, var somuleiðis avgjørt at kommunan skuldi hava eitt búmerkið.

Búmerkið skal ímynda brim, har navnið Sumbiar Kommuna, verður borði á broddinum.

Her er meiri um Her er meiri um búmerkið.