Skriva út
Ferðsluforðingar í Sumba.

10_av

Á bygdarráðsfundi nú fríggjadagin 12. februar, vóru ferðsluforðingarnar á veginum í Sumbiar Sókn til viðgerðar.

 

 
Tað eru mong fólk í sóknini sum eru ónøgd við hesar ferðsluforðingar, tí tey siga, at tað fer so illa við bilinum, at koyra tvørtur yvir teimum. Bileigarar siga, at bungurnar fáa
perurnar at bresta og fjaðrarnir, halda ikki til at koyra tvørtur um tær.

VeghindringHinvegin eru tað onnur, ið vilja hava upp aftur fleiri
forðingar, fyri at tálma ferðsluni ígjøgnum bygdina enn meiri.

Grunda á at sjónarmiðini eru so ymisk, varð avgjørt onki at gera í fyrstu syftu.

Samtykt varð tó, at kanna um tað ikki ber til at gera okkurt annað slag av ferðsluforðingum, enn tær umstríddu bungurnar og verða tær kanningarnar nú settar í gongd.

 Vegkassar

Eitt, nú at umskipa vegirnar, soleiðis at tað ikki ber til at koyra beint fram, men at neyðugt verður at snara, tí tað tálmar eisini ferðsluna.