Bygdarráðið hevur samtykt at avseta 100,00 kr. pr. borgara í 2 tey næstu fíggjarárini, sum stuðul til verkætlanina.

Svimjihøllin á Oyrunum í Vági

 
 
Tað vóru 370 borgarar í sóknini august 2010, t.v.s. at uml. 37.000,00 kr. hvørt árið.
 
 
Í eina tíð hevur verið arbeitt við arbeitt við ætlanum at byggja ein 50 m. svimjihyl á Oyrunum í Vági.
50metursvimjihylur

Eftir framúrskarandi úrslitini hjá Pál Joensen við EM í august í 2010, har hann vann silvur á 1.500 m. frí, er aftur sett ferð á verkætlanina. Og nú er verkætlanin komin somikið áleiðis, at dagurin, har farið verður ígongd, av álvara nærkast.

Um verkætlanina
Verkætlanin "Svimjihøllin á Oyrunum í Vági" fevnir um bygging av einum 50 m. svimjihyli við atknýttum síðubygningi, har allir hentleikar verða.
 
Grøn svimjihøll
Svimjihøllin á Oyrunum í Vági verður "grøn". Avlopshitin frá Vágsverkinum hjá SEV verður brúktur til at hita upp vatnið í 50 m. svimjihylinum og sjálva svimjihøllini.
 
Lítið klor í vatninum
Umframt orkusparandi partin í høllini verður eisini dentur lagdur á, at vatnið í hylinum kemur at innihalda so lítið klor sum til ber. Vanligt er, at vatnið í svimjihyljum og tískil eisini luftin í svimjihallum inniheldur klor, sum nógv fólk hava ampa av. Vatnið í svimjihylinum á Oyrunum í Vági verður reinsað við serligum vatn reinsianleggi, sum ger, at klorið í svimjihylinum kann minkast við upp til 80 prosentum. Hatta ger, at tað verður bæði betri og sunnari fyri fólk at svimja, og ikki minst meiri umhvørvisvinarligt.
 
Ráðgeving v.m.
Í samband við fyrireiking av verkætlanini, tekningum og allari tilgongdini til byggingina av 50 m. svimjihyli á Oyrunum í Vági, hava hesir ráðgevar verið inni í myndini.
Tekningar v.m.
Andrias Jacobsen, byggiteknikari
Kontrast, byggilist og byggifrøði
Tom Silvurdal, verkfrøðingur
Hiti og vatn teknikkur
Martin E. Leo
SEV
Aðrir ráðgevar
Vágs Timburhandil
INNTAKT
Arni Carlsen 
 

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 16. oktobur kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba