LogoFíggjarætlanin var til 2. viðgerð á síðsta bygdarráðsfundinum.
Skattaprosentið verður 20%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin hækkar við 500 kr. til 5.500 kr. fyri hvørt barnið. Kommunan eigur pengar á bók, og er skuldarfrí.
Skattainntøkurnar eru mettar til uml. 8 milliónir komandi ár. Fíggjarætlanin javnvigar við 15.105.480,00 kr.
Í fíggjarætlanini eru næstan tvær milliónir settar av til ymisk arbeiði.
Peningur verður brúktur til at gera ábøtur og umvælingar á bygningar og ymisk verkløg hjá kommununi.
Umvælingar skulu gerast á havnarlagið í Sumba og í Lopra. Ábøtur skulu gerast á gamla skúlan á Leiti og í nýggja skúlanum í Sumba.
Ábøtur skulu gerast á vegir, garðar, stakitt, bakkaverju v.m..
Somuleiðis verða 100.000 krónur settur av til "ung í arbeiði" fyri at tryggja teimum ungu borgaranum nakrar arbeiðsvikur næsta summar.
Kommunan hevur ætlanir at leggja vatnveiting úr Sumbiarbergholinum, heim til Sumbiar, so at eisini borgararnir í Sumba fáa nyttu úr vatninum, sum rennur úr bergholinum, sum nú er eru tað bara borgararnar í Lopra og Økrum, sum fáa vatnið úr bergholinum.
Íløgan vil kosta uml. 2 milliónir. Í hesum sambandi verður kommunan noydd til at upptaka lán.
Annars skal kommunan taka 5.5 milliónir í láni til nýggja ellis- og røktarheimið í Vági.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 16. oktobur kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba