Skriva út
faroeseafood 
Arbeiðsloysisskipanin, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmanna- og kvinnufelag bjóða til kunnandi fund, Mikudagin 8. desember kl. 13.00 í Stóra Pakkhúsi í Vági.
  
Heitt verður á øll arbeiðsfólk hjá fiskavirking um at møta. Á fundinum verður m.a. kunnað um rættindi og skyldur hjá arbeiðsleysum, tryggingar og annað.
 
Umboð fyri búgvið í Føroya Fiskavirking kunna arbeiðsfólki um teirra støðu og um støðuna í Føroya Fiskavirking. Øll onnur starvsfólk hjá Føroya Fiskavirking fáa nærri boð seinni.
 
 
Sumbiar Kommuna harmast um støðuna, har øll starvsfólkini eru uppsøgd hjá Føroya Fiskavirking í Vági. Sambært Arbeiðskvinnufelagnum Fjallbrúður eru ímillum 10 - 15 av teimum uppsøgdu úr sóknini. Talan er helst um eini 4 – 5 ársverk.
 
Vit vóna sjálvsagt, at tey uppsøgdu fáa síni arbeiði aftur, um framburður verður í fiskivinnuni; ella at tey fáa onnur arbeiði, tá virksemið í Suðuroy vónandi verður størri.
 
Sumbiar Kommuna væntar ikki, at uppsagnirnar fara at ávirka skattainntøkuna munandi. Í fyrstu syftu, tí at tey flestu av teimum uppsøgdu ikki hava havt stórar inntøkur síðstu tíðina, og at tey fáa ALS útgjald. Í aðru syftu, tí at vit vænta, at tey, sum fáa nýggj størv, fara at fáa støðugari og betri inntøkur.