Ellisheim
 
Bygginevndin fyri ellis/røktarheimið, ið bygt verður í Vági, bjóðar hervið til navna- og búmerkjakapping.
Ynskiligt er, at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl, og sum møguliga samljóðar við virksemi á staðnum.
 

Navna- og búmerkjauppskotini skulu, saman við stuttari frágreiðing, um hví tygum halda tygara navn vera hóskiligt, sendast til:

 
BYGGINEVNDIN
c/o Vágs kommuna
Vágsvegur 30
900  Vágur
 
- og merkið brævbjálvan " Navna- og búmerkjakapping "
Navnið á luttakarunum skal ikki skrivast á uppskotini ella frágreiðingina, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva, saman við uppskotum og frágreiðing.
 
Uppskotini skulu vera bygginevndini í hendi áðrenn 23. dec. 2010.
 
Nevndin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini, ella onki at velja. Virðislønin fyri uppskotið er kr. 3.000,00.
 
Somuleiðis tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn og búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønin er tá kr. 2.000,00 fyri hvørt.
 
Bygginevndin fyri Ellis/røktarheimið.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 03. juni 2019 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba