Nú Sumbiar kommuna hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2009, er samstundis greitt, at skattaprosentið lækkar við 1% - úr 21,0 prosentum niður í 20,0 prosent.

Logo


Barnafrádrátturin í Sumbiar kommunu verður komandi ár 5.000 kr.

Sumbiar kommuna vantar at fáa góðar 7,5 mió. kr. inn í skatti komandi ár.

Inntøkurnar í ár minkaðar nakað

Teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár hevur Sumbiar kommuna fingið nakað minni av skatti inn enn í fjør.

Skattainntøkurnar frá januar til oktobur í ár vóru uml. 6,1 mió. kr., meðan skattainntøkurnar í fjør vóru uml. 6,4 mió. kr. Talan er um eina minking á góð 4,5%

Skuldarfrí

Sumbiar kommuna hevur í ár goldið seinasta avdráttin av láninum hjá kommununi.

Sostatt er Sumbiar Kommuna skuldarfrí.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 21. oktobur kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

Sumba Akraberg
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba