Skriva út
venjingini
 
Um nóg stórur áhugi er fyri tiltakinum verður skipa fyri fyribyrgjandi- og viðlíkahaldsvenjing á Hamragarði í Vági.

 

Tilboðið er galdandi fyri borgarar úr Suðuroyar syðru helvt, ið eru eldri enn 60 ár.

Endamálið við venjingini er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vant verður fyri tað mesta við maskinum. Venjingin er rættað ímóti øllum kroppinum, og umfatar bæði styrki og konditión - við vegleiðing frá fysioterapeuti.

Krav fyri luttøku er at luttakarin:Hamragardi

Møguleiki er fyri einum práti, frukt og drekka saman við
húsfólkinum á Hamragarði eftir venjingina. Kostnaður er 20 kr. hvørja ferð.

Áhugaði kunna ringja á 76 25 52 millum 8-16 og hoyra nærri.

Sigurð Marner Simonsen
Fysioterapeutur