hond
Av tí at eitt av okkara starvsfólkum er í farloyvi, søkja vit hervið eftir einum málsviðgera til eitt tíðararvmarkað starv, frá 14. februar 2022 til 14. februar 2023. Talan er um fulltíðarstarv.
 
 

ongan posa eftir

Vegna veður verða gráu posarnir í Sumba, Lopra, Økrum og Vági heintaðir í morgin, tórsdag, ístaðin.

Hvítu posarnir í sunnaru helvt av Suðuroynni verða heintaðir fríggjadagin 14. januar.

IRF

ongan posa eftir

Innsavningin av húsarhaldsposum er forskotin hesa vikuna vegna veður. Húsarhaldsposarnir, sum vanliga verða heintaðir í dag, verða tískil heintaðir seinni í vikuni.

Hetta ávirkar hesar bygdir: Norðragøta, Gøtugjógv, Leirvík, Skála, Innan Glyvur, Strendur, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Viðareiði, Depil, Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir, Árnafjørður, Kunoy, Ánirnar, Haraldsund, Sumba, Lopra, Akrar og Vágur.

Vit heita á borgarar um at grava kavan burtur frammanfyri ruskíløtini og út til vegin, soleiðis at innsavnarar fáa tikið posarnar.

IRF

kommunuskrivstovan

Fundarfrásøgnirnar frá bygdaráðsfundunum 30 novembur og 30 desembur 2021, er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnirnar frá bygdaráðsfundunum her.

Sumbiar Kommuna

ongan posa eftir

Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.

Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, fríggjadagin 30. novembur 2021. kl. 19:00.

Sumbiar Kommuna