Upptøka av leysgangandi djórum
Sumbiar kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi.
Frá 1. juni 2017 er galdandi:
Um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 2. juni 2017
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 2. juni er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
Skráin til bygdarráðsfundin 2.juni 2017.
Hesi mál verða viðgjørd á bygdarráðsfundi, fríggjadagin tann, 2. juni 2017. kl. 17.00.
Sumbiar Kommuna
Bygdarráðsfundurin er útsettur.
Bygdarráðsfundurin sum skuldi verða í kvøld 22. mai 2012 kl. 18.30, er útsettur.
Lýst verður nærri, nær næsti bygdaráðsfundur verður.
Sumbiar Kommuna
Ung í arbeiði 2017
Aftur í ár kunnu ungfólk melda seg til verkætlanina »Ung í arbeiði«, sum verður í viku 27 til og við viku 30. Umsøkjarin skal vera fyltur 13 ár 1. juni og ikki 18 ár 29. juli 2017.