Skriva út

FC_Logo

 
2011 er seinasta árið við fótbólti á Krossinum.

 

 

 

 

Í samband við at Kappingarnevnd FSF´s, á fundi 19.januar 2010, tók støðu til, at 2010 varð seinasta árið, sum gomlu sandvallirnir vórðu góðkendir til fótbólt hjá FSF, fekk FC Suðuroy, skriv 26.februar 2010, har kunnað varð um avgerðina.

4.apríl 2011 hevur FC Suðuroy sent teldupost, har biðið verður um undantaksloyvi at leika dystir í Sumba. Starvsnevnd FSF´s hevur á fundi  í mars 2011 tikið støðu til, at undantak verður givið til at leika barnafótbólt á "gomlu sandvallinum", t.v.s. at FCkrossinum1
Suðuroy fær partvís loyvi at leika á vøllinum í 2011, - t.v.s. at øll lið uttan Vodafone,1.deild og 2.deil menn og 1.deild og 2.deild kvinnur sleppa at leika á vøllinum.

Harafturat undirstrikað FSF, at 2011 er avgjørt seinasta árið, har loyvi verður at leika fótbólt á sandvallunum.