Skriva út
Christiansborg
 
 
Til veljarar til fólkatingsvalið tórsdagin
15. september 2011 í Sumbiar kommunu.
 
 

 

 

Atkvøðugreiðslan fer fram tórsdagin 15. september 2011 á hesum støðum:

Fólkatingsalurin

Fyri veljarar í Sumba og Víkarbyrgi:

á kommunuskrivstovuni í Sumba

Fyri veljarar í Lopra og Økrum:

í bygdarhúsinum í Lopra

Atkvøðugreiðslan:
Fer fram millum kl 9.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta
uttan steðg.

Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt til at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á
kommunuskrivstovuni til og við týsdagin 13. september 2011, kl.17.00.
 
Heimaval:
Tey, ið vegna sjúku ella væntandi førleika ikki kunnu koma á valstøðini, kunnu velja heima í
seinasta lagi týsdagin 13. september 2011 við at venda sær til
kommunuskrivstovuna tlf. 370344.

Valkort:
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda
sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.

 

Valstýrini í Sumbiar kommunu