Skriva út

val Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar fyri SUMBA, LOPRA og AKRAR til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunu-samanlegging 03. mai 2012 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 11. apríl til 24. apríl 2012 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag.

 

Kæra um at onkur ikki er komin á listan, ella onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2012.

Til fólkaatkvøðuna verða valkort nýtt, og verða tey send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við, tá valt verður.

Sumba, tann 11.apríl 2012

Sumbiar  kommuna