Skriva út
Fyrispurningar um eftirskúlar í Føroyum Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur svarað 5 spurningum um eftirskúlar í Føroyum,
Helena Dam
ið Kári á Rógvi, løgtingsmaður, hevur sett sambært § 52 a í Ting-skipanini.
Niðanfyri endurgeva vit teir 5 spurningarnar og svarini frá landsstýriskvinnuni:


1. Hvussu gongur at skipa eftirskúlar í Føroyum, serliga hvussu gongur við verkætlanini í Hvalba

Svar: Síðan eg kom í sessin sum landsstýriskvinna í mentamálum, havi eg havt tríggjar fundir við stigtakararnar til verkætlanina Eftirskúlin í Hvalba ella eisini Atlantic Adventure Eftirskúli.

28. september 2006 sendu umboð fyri stigtakararnar umsókn til Mentamálaráðið um at góðkenna bygging av eftirskúla í Hvalba (Atlantic Adventure Eftirskúlin) til 65 næmingar. Søkt varð um 50% av byggikostnaðinum upp á uml. 80 mió.kr sum rentu- og avdráttar-frítt lán til bygging av húsum og til kostnaðin fyri lendi, og um 50% í stuðli til keyp av innbúgv og undirvísingaramboðum fyri uml. 10 mió. kr., íalt 50% av 90 mió.kr.

Umsitingin í Mentamálaráðnum hevur skrivað fleiri upprit til skiftandi landsstýri í sambandi við møguliga bygging av eftirskúla, men enn er einki ítøkiligt hent.

Í skrivi frá Mentamálaráðnum til stigtakararnar og borgarstjórarnar 29. mars 2009 varð m.a. kunnað um, at tað eru nøkur ógreið viðurskifti í lógini um eftirskúla (landið skal sambært lógini um eftirskúlar m.a. útvega eitt rentu- og avdráttarfrítt lán, ið svarar til 50% av íløguni, men tað gongur ikki greitt fram, hvør skal útvega tey síðstu 50% ‘ini av íløguni).

Víst varð eisini á, at áðrenn landsstýrið kann góðkenna eina verkætlan, har landið skal útvega 50% av fíggingini av íløguni og tryggja 70% av rakstrinum, er neyðugt at gera sær eina meting av allari verkætlanini, og um verkætlanini fíggjarliga er lív lagað. Hetta kann ikki gerast, fyrr enn stigtakararnir hava gjørt eina fíggjarætlan, har tað m.a. gongur fram, hvussu stórt næmingagjaldið fer at verða. Tað vil í hesum føri aftur verða tengt at, hvussu stóran part av teimum síðstu 50%’unum, stigtakararnir útvega ella binda seg til at gjalda, og hvussu stórur partur verður lagdur í næmingagjaldið.

Tann 1. apríl 2009 vóru stigtakararnir og borgarstjórarnir í Suðuroynni á kunnandi fundi í Mentamálaráðnum við landsstýriskvinnuna. Avtalað varð, at partarnir skuldu hittast aftur á fundi í Suðuroynni 19. mai 2009.

Tann 30. apríl 2009 vóru stigtakararnir á fundi við Mentamálaráðið, har teir greiddu frá, hvussu langt er komið við fyrireikingunum til verkætlanina. Á fundinum greiddu stigtakararnir m.a. frá, at ein sjálvsognarstovnur, sum kommunurnar skulu stovna, ætlandi skal taka eitt lán uppá kr. 45 mió. við 1. veðrætti í bygninginum. Samanumtikið fekk Mentamálaráðið hesa fyribils niðurstøðu burturúr fundinum:
1. at endaligar viðtøkur fyri sjálvsognarstovnin hvørki eru gjørdar ella góðkendar,
2. eingin fíggjarætlan er gjørd,
3. eingin peningastovnur er spurdur um fígging,
og at kommunurnar:
• ikki seta nakran innskotspening í sjálvsognarstovnin/verkætlanina
• ikki veita nakað lán
• ikki borga fyri nøkrum láni
• ikki binda seg til at fíggja raksturin

Talan tykist sostatt vera um eina verkætlan, sum landið fíggjarliga at kalla einsamalt stendur aftanfyri. Sum víst á, eru fleiri ógreidleikar í lógini um eftirskúlar, sum heimilar stuðulin, og sum gera, at tað er alneyðugt, at lógin verður broytt. Við verandi búskapar - útlitum kann gerast trupult hjá kommunum at veita næmingastuðul. Tí er ikki óhugsandi, at landið kemur at standa við allari ábyrgd fyri bæði fígging og rakstri, hóast inten-tiónin í lógini er ein onnur.

Týskvøldið 19. mai 2009 var eg á fundi við stigtakararnar og borgarstjórarnar í Suðuroynni. Endamálið við fundinum var m.a. at fáa endaliga staðfest fíggjarliga leiklutin hjá kommununum, soleiðis at landsstýrið kennir allar fortreytir og kann taka endaliga støðu til, um landið skal raðfesta hesa verkætlan, ella finna eina alternativa loysn, sum er bíligari, og sum skjótari kann verða sett í verk.
Á fundinum var semja um at arbeiða víðari við at greina fleiri ógreið viðurskifti, eitt nú viðtøkur, fíggjarætlan og fíggjarliga leiklutin hjá kommununum. Avtalað varð, at eftirskúlanevndin skuldi hava fund aftur við Mentamálaráðið um einar 3 vikur, men enn hevur eingin fundur verið.

Nú bæði landið og kommunurnar eru í eini svárari fíggjarligari støðu, vónaði eg at finna semju á fundinum um eina alternativa loysn, sum er bílígari, og sum bæði landið og kommunurnar kunnu arbeiða víðari við.

Kommunurnar hildu, at tað fór at verða torført at vera við í einum tílíkum kanningar arbeiði við verandi kommunubygnaði, og tær hildu fast um ynskið um ein eftirskúla í Hvalba.

2. Eru ætlanir at flyta eftirskúlan í ein av verandi skúlum í Suðri

Svar: Á míni ferð í Suðuroy vitjaði eg allar skúlarnar í oynni. Ein skúli, sum eg meti sera vælegnaðan til eftirskúlavirksemi, er skúlin í
Sumba
. Tað havi eg eisini sagt umboðunum fyri kommununum í oynni, og eg havi latið tað upp til teirra at venda aftur til mín, um hetta verður hildið at vera ein loysn á málinum, tí tað er ikki landið, ið hevur tikið stig til at byggja eftirskúla, men kommunurnar, sum standa sum stigtakarar.

Í skrivi til borgarstjórarnar í Suðuroynni 28. mai 2009 loyvdi eg mær at endurtaka mína áheitan á kommunurnar um at vera við til at kanna møguleikan fyri at fara undir eftirskúlavirksemi í onkrum av verandi skúlum/bygningum. Í skrivi mínum til kommunurnar mælti eg til at umhugsa, um t.d. skúlin í
Sumba kundi verið nýttur til eftirskúlavirksemi.

3. Hvussu nógvum eftirskúlum er væntandi pláss fyri og tørvur á í Føroyum.

Svar: Tað er torført at siga. Lógin um eftirskúlar hevur verið í gildi síðan 2000, og tað er bert ein umsókn komin til bygging av eftirskúla, nevniliga í Hvalba, so tað kann ikki sigast, at áhugin hevur verið stórur fyri at skipa eftirskúla í Føroyum.

Vit skulu gera upp gjøllari, hvør tørvur er á eftirskúlum í Føroyum. Ofta hevur verið tosað um, at næmingar, ið kanska ikki hava gjørt nóg nógv við ávísar lærugreinir í fólkaskúlanum, skulu hava møguleika fyri einum intensivum eftirskúlaskeiði, um næmingurin t.d. ætlar sær á miðnámsskúla.

Verður Suðuroyggin vald til eftirskúlavirksemi í Føroyum, kann møguliga annað útbúgvingarvirksemi, ið liggur upp at, mennast í Suðuroynni eisini. Eg hugsi um háskúlavirksemi og annað kreativt virksemi. Neyðugt er gjølla at greina, hvørjar útbúgvingar eiga at vera í Suðuroynni.

4. Hvussu nógv føroysk børn fara av landinum á eftirskúla árliga.

Svar: Tað havi eg eingi tøl um.

Mær kunnugt hava vit ikki nøkur hagtøl, ið kunnu lýsa henda spurning. Í apríl 2009 sendi Fólkaskúladeildin í Mentamálaráðnum eitt spurnarblað til allar 9. floks næmingar í Føroyum. Svar er komið frá øllum skúlum við framhaldsdeild uttan Tvøroyrar skúla og Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Næmingarnir eru spurdir um:

1. teir fara á eftirskúla og hvar?
2. um teir høvdu farið á eftirskúla, um ein slíkur var í Føroyum?, og
3. um teir høvdu farið á eftirskúla, um ein slíkur var í Hvalba?

Úrslitini av kanningini vóru hesi:

Spurningur 1: Av 634 næmingum svaraðu 95 ja og 458 nei
Spurningur 2: Av 634 næmingum svaraðu 151 ja og 387 nei
Spurningur 3: Av 634 næmingum svaraðu 65 ja og 547 nei

Skulu vit meta tørvin út frá teimum, sum hava søkt ferðastuðul frá Stuðulsstovninum, so eru tað 5, sum higartil í ár hava søkt um stuðul.

5. Hvussu nógv føroysk børn uttanlands kunnu væntast heim á eftirskúla?

Svar: Tað veit eg ikki, tí eg havi ikki tikið stig til at gera slíka kanning millum føroyingar búsitandi uttanlands.

Mær kunnugt hava vit ongi hagtøl, ið kunnu lýsa henda spurning

Kelda: Mentamálaráðið