RuddingardagurÁrligi ruddingardagurin í Sumba verður leygardagin 22. mai 2021.
Byrja verður við morgunmati í Samkomuhúsinum kl. 09:30.

Um bygdirnar skulu verða innbjóðandi nú summari nærkast, er neyðugt at hvør einstakur okkara ger sítt til at prýða um bygdina.
Vit gleða okkum, at síggja tykkum, og at vit í felag kunnu vera saman um eitt tiltak ið gagnar okkum øllum.

Sumbiar kommuna