Marghøllin í VágiLeygardagin er Marghøllin í Vági karmur um hugnaligt barnatiltak.

Tað er ítróttarfelagið Treysti úr Klaksvík, sum er á vitjan í Vági og hevur saman við Hvistuni ið er felag úr Suðuroynni, sett Kids athletics á skránna leygardagin.

Kids athletics eru ymisk spøl og kappingar fyri børn í øllum aldri, har endamálið er at røra seg, hugna sær og koma hvør øðrum við. Á tiltakinum er møguleiki at kasta, hoppa, renna og so framvegis og kunnu øll luttaka heilt frá smáum til stør børn tí tiltakið verður skipað eftir teimum, sum møta upp.

Treysti er og vitjar í Suðuroynni og leggur hetta tiltakið til rættis, samstundis sum íðkarar eru við til BETRI VK-7 kappingina sunnudagin.

Øll eru vælkomin til ókeypis barnatiltakið í Marghøllini í Vági, á Grækarismessu leygardagin 12. mars frá kl. 14-15.

Bygdarráðsfundir

Bygdarráðsfundir verður 29. mai 2022. kl. 20:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

 Akraberg 1  Akraberg 2
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba