Skriva út

RuddingardagurÁrligi ruddingardagurin verður leygardagin 10.06.2023, eins og tað eisini verður útivika í somu viku.

 

 

 

Skráin fyri útivikuna 05.06.23 – 09.06.23

Møtt verur á Ólafløtti í Sumba og við bygdarhúsið í Lopra hvørt kvøld kl. 18.30, har farið verður gongutúr eystur í Akraberg, (vitjað verður í vitanum um tað ber til).

Hetta eru bert nøkur uppskot, fólk kunnu sjálvsagt eisini velja sær aðrar túrar.

Tó krevja hesi tiltøk gott/hampiligt veður, so vit mugu bara bíða eftir veðrinum, áðrenn vit fastleggja skránna fyri gongutúrarnar.

Ætlanin er, at tey sum hava hug, koma at spæla Gekk í Samkomuhúsinum fríggjakvøldið 09 juni, og seinni um kvøldið verður “Upp á tá”, har til ber at fáa sær ein drekkamunn.

Skráin fyri ruddingardagin leygardagin 10.06.23

Dagurin byrjar við morgunmati í Samkomuhúsinum og í bygdarhúsinum í Lopra kl. 10.00, har fólk fáa útflýggja posar.

Um viðrar, verður grillin sett á parkeringsplássi uttanfyri Samkomuhúsið aftaná ruddingina, har ein kann grilla sær okkurt.

Um viðrar sunnudagin 11.06, verður gudstænasta úti við minnisvarðan, annars verður gudstænastan í Sumbiar kirkju.

Sumbiar kommuna