Grillkvøld

Trivnaðarbólkurin fyri Sumbiar Sókn skipar fyri grillkvøldi leygarkvøldi 20 septembur kl. 19:00 í Samkomuhúsinum í Sumba.

Okur fara at hava grillaðan grís, við tilhoyri og kaffi/the og køku omaná.

Drekkivørur fáast til keyps.

Á skránni vera m.a. tónleikainnsløg, felagssangur og spurnarkapping.

Atgongumerki á 150 kr. fyri vaksin (12 ár og eldri) og á 50 kr. fyri børn (11 ár og yngri) kunnu keypast í handlinum í Sumba fram til Sunnudagin 7. Septembur 2025.

Trivnaðarbólkurin fyri Sumbiar Sókn