jólaprýðiSumbiar kommuna fer aftur í ár at eggja øllum borgarum at seta upp jólaprýði á ogn síni. Hetta var gjørt í fjør og var tað sera stuttligt at síggja hvussu nógv borgarnir gjørdu burturúr. Takk fyri tað!

 

Í ár fara okur at hava atkvøðuseðlar og ein atkvøðu kassa.
(Hvør einstakur borgari kann bert atkvøða einaferð) Atkvøðuseðlarnir verða koyrdir í postkassan fyrst í desember.

Seinasta freist at atkvøða er fríggjadagin 19 desember. Kl 12:00.

Vinnarnir vera lýstir á Facebook síðuni Trivnaðarbólkur fyri Sumbiar Sókn.

Góðir vinningar vera til nr: 1, 2 og 3.

Við vón um góða undirtøku.

Sumbiar kommuna, trivnaðarbólkurin.