
Grannastevna fyri markatalsbygdina Sumba verður týsdagin 10. mars 2026 kl. 19:00 í Samkomuhúsinum við hesi dagsskrá:
- Umsókn um útskifting av børættindunum í “nýggja bønum” hjá hagapørtunum Dalinum/Uttara fylgi, matr. nr. 340a, Eystara fylgi, matr. nr. 340b, Garðaseyður vestari partur, matr. nr. 340c, Garðaseyður eystari partur, matr. nr. 340d, og Garðaseyður syðsti partur, matr. nr. 340e, allir markatalsbygdini Sumba.
Gjørt verður kunnugt, at fulltrú, undirritað av tveimum vitnum, skal útflýggjast sýslumanninum á stevnuni, um atkvøtt verður fyri annan eigara. Somuleiðis skal ognarheimild skjalprógvast við avriti, um eigari ikki er alment skrásettur.
Jaspur Vang
Sýslumaður















