Vísandi til at fólkatingsval er útskrivað og verður týsdagin 24. mars 2026, verður hervið kunngjørt, at veljarar í Sumbiar kommunu greiða atkvøðu soleiðis.
Atkvøðugreiðslan fer fram týsdagin 24. mars 2026 á hesum støðum:
Veljarar í Sumba: Á kommunuskrivstovuni í Sumba
Veljarar í Lopra og Økrum: Í bygdarhúsinum í Lopra
Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl. 9.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøða:
Veljarar, íð sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni eftir avtalu til og við leygardagin 21. mars 2026 kl. 17:00.
Heimaval:
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við leygardagin 21. mars 2026, Boða má vera frá á tlf. 370344 ella 226013 í seinasta lagi kl. 12:00 fríggjadagin 20. mars 2026.
Valkort:
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, íð standa á vallistanum.
Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.
Valstýrið í Sumbiar kommunu















