val2026Vísandi til at løgtingsvalið er útskrivað og verður tórsdagin 26. mars 2026, verður hervið kunngjørt, at veljarar í Sumbiar kommunu greiða atkvøðu soleiðis.

Atkvøðugreiðslan fer fram tórsdagin 26. mars 2026 á hesum støðum:

Veljarar í Sumba:  Á kommunuskrivstovuni í Sumba

Veljarar í Lopra og Økrum:   Í bygdarhúsinum í Lopra

Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl. 10.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøða:
Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu greiða atkvøðu á kommunuskrivstovuni eftir avtalu til og við 25. mars 2026 kl. 16.00.

Heimaval:
Tey, íð vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri valið. Boðað má verða frá til kommunuskrivstovuna tlf. 370344 ella 226013 í seinasta lagi kl. 15.00 henda dagin.

Valkort:
Valkort verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.

Valstýrið í Sumbiar kommunu