5. juni hevði Jórun Midjord sín seinasta arbeiðsdag í dagrøktini í Sumba.
Í hesum sambandi varð ein fráfaringarløta hildin í Sumbiar skúla, har starvsfelagar og familjan hjá Jórun vóru saman um at heiðra hana.
Jórun hevur starvast í dagrøktini í nærum 15 ár og hevur við sínum arbeiði lagt nógv gott eftir seg.
Sumbiar kommuna takkar Jórun hjartaliga fyri hennara trúgvu tænastu og fyri tað stóra íkastið, hon hevur veitt gjøgnum árini, og ynskir henni alt tað besta framyvir.



















