Skriva út

Tann 1. januar 2017 kom Føroyska bygningskunngerðin í gildi (BK17).

Í BK17 kap. 1.3 er ásett, at bygging kann ikki fara í gongd uttan skrivligt loyvi frá kommunala byggimyndugleikanum, eisini er ásett:

Sumbiar kommuna hevur avgjørt, at fylgjandi arbeiðir kunnu gerast uttan byggiloyvi, við teimum treytum sum eru nevndar niðanfyri og treytað av:

Tað ábyrgdin hjá tí sum byggir at syrgja fyri at yvirhalda allar ásetingar. Eru ivamál ella spurningar, eigur tann sum byggir at venda sær til kommunala byggimyndugleikan.


Yvirlit yvir arbeiðir sum ikki krevur byggiloyvi:

Smáir bygningar upp til 10 m2 sum ikki eru upphitaðir, sum t.d. úthús, drívhús, hjallar og líknandi, treytað av:

Broyting av innrætting í sethúsum, tvíhúsum og líknandi, treytað av:

Altanir upp til 5 m2 vídd, treytað av:

Útskiftan av taki og útveggjaklæðing, treytað av:

Útskiftan av vindeygum, úthurðum, portrum v.m., treytað av:

Smáar antennur og parabolar upp til 1 m í diametur

Garðar við hædd upp til í mesta lagi 1,5m, íroknað rekkverk

Hátún, lehegn, heitir pottar og líknandi

Brenniovnar, treytað av:

Niðurtøka av bygningum
Vísandi til Almennu Byggisamtyktina fyri Sumbiar Kommunu og BK 17, má bygging ikki verða tikin niður, uttan so at loyvi er fingið frá Sumbiar Kommunu. Undantikin eru bilhús (tó ikki innbygd bilhús), bilskýli, úthús og smærri bygningar við tilknýti til einbýlishús og frítíðarhús.

Í umsókn skal verða tilskilað umleið hvussu hædd og flatamál á byggingini er. Hava húsini innleggingar til frárenningar, vatn, ravmagn, telefon ella tílíkt, er ikki loyvt at fara undir arbeiðið, fyrr enn avvarðandi myndugleiki ella felag hevur fingið boð um hetta. Burturkast frá niðurtøkuni skal latin góðkendum móttakara