Skriva út
 Leiti2

Tá skúlin í 1957 varð bygdur, varð samstundis kirkjurúmið gjørt og samanbygt við skúlan.

Kirkjurúmið varð vígd 31. juli 1957.

Betongbygningurin er gulur við reyðari tekju.

Skúlastovan er skild sundur frá kirkjurúminum við eini harmonikuhurð. Innan er kirkjan sera einføld. Á altarinum stendur ein stórur trækrossur, og altarsilvur og ljósastakar eru ikki eldri enn kirkjan sjálv.

Bygningurin stendur á vallaðari brekku, har Lopransfjørður møtir Vágsfirði. [KELDA: Lasse Sørensen, Kirkjurnar í Føroyum]

Kirkjuráði. Formaður, Heidi Lisberg, Niðarivegur 16, 927Akrar, Tlf. 37 37 94

Sóknarprestur. Patrick de Neergaard, Hvanndalsbrekka 1, 900 Vágur, tlf. 37 30 23 / 23 73 26.