Vandamikið burturkast kann gera stóran skaða, um tað ikki verður burturbeint á rættan hátt.
Verða trýstfløskur burturbeindar skeivt, kunnu tær spreingjast og elva til stóran skaða – bæði á starvsfólk og útgerð.
Røtt burturbeining
- Trýstfløskur skulu latast inn til IRF sum serburturkast, ella
- IRF heintar trýstfløskurnar sambært avtalu
- Er trýstfløskan tóm, tak ventilin av
- Trýstfløskur skulu handfarast við viti og skili
Undir ongum umstøðum
- Trýstfløskur skulu ikki burturbeinast sum jarn á bingjuplássi
- Trýstfløskur skulu ikki burturbeinast sum jarn á Gjánoyri
Vegleiðingin vísir stutt, hvussu trýstfløskur skulu burturbeinast. Tú kanst heinta hana her.
IRF















