kommunuskrivstovan

Sumbiar Kommuna, heldur til í gomlu saltfiskahúsinum, sum kommunan keypti fyri nøkrum árum síðani.

Kommuna hevur innrætta øll húsini av nýggjum, og gjørt tey nútíðar hóskandi sum kommunuskrivstovu.

Eisini hevur kommunan gjørt goymsluhøli í bygninginum, har øll amboð v.m. sum kommunan eigur verða goymd. Tað er eisini gjørt WC við brúsu, sum ferðafólk kunnu gera brúk av.