Hagar

Hagarnir eru 22.

Eystari Húshagi, sum er 18 merkur og 8 gyllin og ber 148 áseyðir. Húshagarnir í Sumba brúka mark hjá fjallahøgunum. Gudmund Poulsen stendur fyri haganum.

Blæing, Heimaripartur, sum er 6 merkur og 10 gyllin og ber 318 áseyðir. Seyðamarkið er "framman av hálvum frá hálsi" á høgra oyra. Martin Kjærbo stendurfyri haganum.

Blæing, Miðjan, sum er 2 merkur og 10 gyllin og ber 126 áseyðir. Seyðamarkiðer "tveir bitar framman av heilum" á vinstra. Daniel P. Djurhuus og Frits Poulsen standa fyri haganum.

Blæing, Vestaripartur, sum er 4 merkur og 4 gyllin og ber 204 áseyðir. Seyðamarki er "fjøður framman av rivaðum heilum" á høgra. Eli Thomsen stendur fyri haganum.

Garðaseyður, Eystaripartur, sum er 2 merkur og 8 gyllin og ber 20 áseyðir. Seyðamarkið er "framman av rivaðum stúgvi" á høgra. Birgir Jacobsen stendur fyri haganum.

Garðaseyður, Vestaripartur, sum er 5 merkur og 8 gyllin og ber 44 áseyðir. Seyðamarkini eru "tveir bitar aftan" á høgra og "framman av rivaðum stúgvi" á høgra. Johannes Nielsen og Johan Joensen standa fyri haganum.

Garðaseyður, Syðstipartur, sum er 4 merkur og 10 gyllin og ber 37 áseyðir. Seyðamarkið er "aftan av hálvt frá horni" á vinstra. Arnfríð Hentze stendur fyri haganum.

Uttarafylgi, sum er 6 merkur og ber 48 áseyðir. Seyðamarkini eru "tveir bitar framman av heilum" á høgra og "framman av bragd" á høgra. Petur Midjord, Gunnleif Midjord og Jákup Lisberg standa fyri haganum.

Eystarafylgi, sum er 4 merkur og 11 gyllin og ber 38 áseyðir. Seyðamarkið er "mitt um rivað heilt" á høgra. Sjúrður Vestergaard stendur fyri haganum

Dalurin, sum er 4 merkur og ber 32 áseyðir. Seyðamarkið er "mitt um sýling" á høgra. Dánjal Johan Lisberg stendur fyri haganum.

Lopranshagi, sum er 6 merkur og ber 192 áseyðir. Seyðamarkini eru "tveir bitar framman av heilum" á høgra og "framman av bragd" á høgra. Petur Midjord, Gunnleif Midjord og Jákup Lisberg standa fyri haganum.

Skúvabøli, sum er 4 merkur og ber 128 áseyðir. Seyðamarkið er "framman av rivaðum stúgvi" á høgra. Birgir Jacobsen stendur fyri haganum.

Mýrarnar, Heimanrygg, sum er 4 merkur og ber 128 áseyðir. Seyðamarkið er "fjøður aftan av riving" á vinstra. Daniel Jacob Nielsen stendur fyri haganum.

Mýrarnar, Norðanrygg, sum er 3 merkur og ber 96 áseyðir. Seyðamarkið er "framman av hálvum frá horni" á høgra. Trúgvi Thomsen stendur fyri haganum.

Holmskorahagi, Heimaripartur, sum er 3 merkur og 4 gyllin og ber 104 áseyðir. Seyðamarkið "framman av hálvum frá horni" ávinstra. Bjarni Thomsen stendur fyri haganum.

Holmskorahagi, Norðaripartur, sum er 3 merkur og 4 gyllin og ber 104 áseyðir. Seyðamarkið er "biti aftan av riving" á høgra. Daniel J. Danielsenstendur fyri haganum.

Hamrahagi, sum er 5 merkur og ber 160 áseyðir. Seyðamarkið er "mitt um stúgv" á høgra. Magni Eystan Á stendur fyri haganum.

Víkarhagi, Vestaripartur, sum er 4 merkur og ber 128 áseyðir. Seyðamarkið er "tveir bitar aftan" á høgra. Johannes Nielsen og Johan Joensen standa fyri haganum. Víkarhagi,

Miðjan, sum er 4 merkur og ber 128 áseyðir. Seyðamarkið er "mitt um sýling" á høgra. Daniel Johan Lisberg stendur fyri haganum.

Víkarhagi, Uttastipartur, sum er 4 merkur og 10 gyllin og ber 148 áseyðir. Seyðamarkið er "aftan av hálvum frá horni" á vinstra. Arnfríð Hentze stendur fyri haganum.

Bláaberg sum er 4 merkur og 11 gyllin og ber 150 áseyðir. Seyðamarkið er "mitt um rivað heilt" á høgra. Sjúrður Vestergaard stendur fyri haganum.

Leitishagi, sum er 4 merkur og 11 gyllin og ber 225 áseyðir. Seyðamarkið er "lutankann aftan" á høgra. Jacob Vestergaard stendur fyri haganum.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 09. oktobur 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her