Jógvan uttan Geil, slektaður úr Kálgarði, hevði til vana um vetrarkvøldini at ganga niðan í Laðangarð. Ofta, tá ið hann kom heim aftur til sín sjálvs, út um geil, sá hann huldumann standa í túninum; men einki ilt gjørdi hin heidni honum. Tá ið børnini grótu um kvøldini, rópaði Jógvan, sum kom úr Laðangarði, at tey skuldu tiga inni og ikki leika so í, tí hin gamli undir Liðasteini gekk í túninum. So tagdu óvitarnir og tordu ikki at larma. Huldumaðurin var vanur at ganga um kvøldini í niðasta Kálgarð (sum nú sodnhús er) til kálgarðsbóndan, Jógvan, bróður Jógvans uttan Geil. So hendi tað seg einaferð í einum brúdleypi, sum stóð í Kálgarði (sonur Jógvans giftist við einari gentu úr Øravík), at, meðan tey dansaðu um kvøldið, kom huldumaðurin inn í roykstovuna. Høg var roykstovan, men so stórur var hin heidni, at hann legði hendurnar niður á bitan og toygdi seg framyvir. Eina løtu varð hann standandi, fór so avstað og sakaði ongan. Mamma brúðrina, Marjun í Ólavsstovu (í Øravík), var framsíggin. Hon segði frá, at hon sá huldumannin standa fyri durunum í Kálgarði.

Eftirsíðani, helst um vetrarkvøldini, gekk huldumaðurin ofta oman í Kálgarð. Kálgarðsjógvan las altíð aftanlestur, men kom huldumaðurin inn, legði hann bókina frá sær, um enn hann var mitt í lestrinum. Eitt kvøld, sum Jógvan sat og gjørdi bøn, kom hin heidni inn; hin kristni legði bókina frá sær og fór út. Síðan fóru báðir avstað, hin heidni undan og hin kristni aftaná. Nú sigur hin heidni, at hetta er síðsta kvøldið, ið teir finnast báðir. Hin kristni spyr hví. Hann er so gamal, sigur heiðin, og fer nú at doyggja; bert eina tonn hevur hann eftir í heysi. Sjálvur níggjundi hevur hann verið í húsi, men øll eru deyð frá honum, og hann hevur grivið tey; men nú kemur hann sjálvur at liggja rotin inni, tí hann er einsamallur eftir og eingin at grava hann. Eisini segði hann Jógvani, at tey tvey neytini í fjósi hansara góvu onga mjólk av tí, at konufólkini, ið gingu at mjólka teimum, bannaðu so illa. Ikki sóust teir aftur síðani, hin heidni og hin kristni.

Bygdarráðsfundur

Bygdaráðsfundur verður 09. oktobur 2017 kl. 18:30.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her