Jólatræið í Sumba verður tendrað mánakvøldið 27. november.
Byrja verður í kirkjuni kl. 18, har vit, saman við skúlabørnunum í Sumbiar skúla, Sumbiarkórinum og Frelsunarherðinum, syngja jólini inn.
Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 25. oktobur 2017

Fundarfrásøgn frá bygdaráðsfundinum 25. oktobur er løgd út á heimasíðuni.
Fundarfrásøgnin frá bygdaráðsfundinum her.
Sumbiar Kommuna
Minningarhald teirra sjólátnu og falnu í bjørgunum.
1. november kl. 16.00 verður minningarhald við minnisvarðan í Sumba.
Nýggj minnispláta verður avdúka, kransur verður lagdur við minnisvarðan og Árni Kjærbæk heldur røðu. Orðið á borðið luttekur við sangi, eisini verður felagssangur.
Um ikki viðrar, verður minningarhaldið í Sumbiar Skúla.
Drekka verður aftaná í Sumbiar Skúla.
Sjómanskvinnuringurin í Sumba
Bygdarráðsfundur
Útsetti bygdarráðsfundurin verður hildin, onsdagin 25. oktobur 2017, kl. 16.00.
Sumbiar Kommuna
Bygdarráðsfundurin er útsettur.

Bygdarráðsfundurin sum er settur at vera 09. oktobur 2017 kl. 18.30, er útsettur.
Lýst verður nærri, nær næsti bygdaráðsfundur verður.
Sumbiar Kommuna
Myndir frá minningarhald














