Kunngerð vallistar
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar fyri SUMBA, LOPRA og AKRAR til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunu-samanlegging 03. mai 2012 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 11. apríl til 24. apríl 2012 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag.
Kæra um at onkur ikki er komin á listan, ella onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2012.
Til fólkaatkvøðuna verða valkort nýtt, og verða tey send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við, tá valt verður.
Sumba, tann 11.apríl 2012
Sumbiar kommuna
Nýggjar upplatingartíðir

|
Kommunuskrivstovan |
|||
|
Mánadag |
Kl. 10.00 |
- |
Kl. 12.00 |
|
Týsdag |
Kl. 10.00 |
- |
Kl. 12.00 |
|
Tórsdag |
Kl. 10.00 |
- |
Kl.12.00 |
|
Ónsdag og fríggjadag er stongt. |
|||
Sumbiar Skúli

Sumbiar Skúli søkir eftir gomlum myndum, av Sumbiar Skúla, lærarum, næmingum, og floksmyndum í skúlanum.
Tey sum eiga slíkar myndir, verða vinarliga biðin um at boða okkum frá, á telefon nummar 220060.
Sumbiar Skúli
Nýggjársnevnd í Sumba

Vevmyndatólið óvirkið

Skattalistin fyri árið 2010
Skattalistin hjá Sumbiar kommunu fyri árið 2010, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni til fríggjadagin 30. desember 2011.
Sumbiar kommuna















