Forminnafelag

 
Stovnandi fundir var hildin í skúlanum í Sumba fríggjakvøldið 11. Februar 2011.

 

 

  

 

Við hesum endamálum:

  • At seta á stovn og reka savn fyri fornlutir av øllum slag og at varðveitta bygningar, bygdarløg, garðar, varðar, fiskastykki og annars alt, sum hevur bygda søguligan týdning.
  • At finnað ein hóskandi bygning at goyma fornlutir í.
  • At merkja og skráseta lutir við øllum upplýsingum, sum møguliga eru at fáa um teir.
  • At vekja ans fyri fornminnum og –lutum í sóknini. 

Undirtøkan var góð, eini 25 fólk møtti á fundinum, umframt Jógvan K. Mørkøre, frá Eiðis Bygdarsavnið, Magnus Hansen og Mortan Holm frá Porkeris Bygdarsavnið og Einar Larsen frá Tvøroyrar Bygda og Sjósavnið, hesir 4 greiddu frá fornminni feløgunum í teirra bygdum, og hvussu alt hekk saman.
 
Tað stóð ikki á at fáa fólk í nevnd, 5 fólk vóru vald í nevndina fyri Sumbiar Sóknar Fornminnafelag.

Nevndin skipaði seg sjálv soleiðis.

Eyðun Vestergaard, formaður.
Sólfinn G. K. Gudmundsen, næstformaður.
Sigmund Vestergaard, peningarøkil.
Meibritt úr Hørg, skrivari.
Fróði Thomsen, nevndarlimir.
 
Nevndin fer til verka beinanvegin, og kallar saman til aðalfund skjótast gjørligt.

Sumbiar Sóknar Fornminnafelag.

Bygdarráðsfundir

Bygdarráðsfundir verður 28. mai kl. 21:00.

Sumbiar Kommuna.

Yvirliti sæst her

 Akraberg 1  Akraberg 2
Vágur1 Vagur2
Porkeri Krambatangi
Famjinsvegurin Hvalba