Einaferð fyrr í tíðini búðu løgmenn í Kálgarði í Sumba.

Kálgarðsbóndin, løgmaðurin, átti ellivu merkur av Víkini; Jenis í Laðangarði átti ta tólvtu. Men Jenis legði eina mørk sína móti einari kálgarðsbóndans mørk og so eydnu sína ímóti hinum tíggju. Hann spurdi tá kálgarðsbóndan, um hann vildi ikki leggja felag við seg, tí hann, Jenis, hevði so góða eydnu og hin onga. So løgdu teir felag (tó at Kálgarður var løgmansgóðs og tí ikki átti at vera lagt í felag), og síðan treivst væl hjá báðum. Men ongantíð sótu teir væl um sátt og skiltust síðan aftur úr felaginum. So visti eingin av, fyrr enn Jenis gjørdi ferð niður til Danmarkar til at stevna løgmanni.

Ein dagin, sum kálgarðsbóndin stendur úti fyri durum, sær hann ein bæriligan reyðklæddan mann koma ríðandi oman á Krossjarðargarðar og spyr, um nakar veit, hvør maður hatta er. Tá varð honum aftursvarað, at tað var sjaldsamt, at hann skuldi ikki vita, at hatta var Jenis í Laðangarði, sum hevði verið niðri eitt heilt ár og nú var afturkomin. Ikki frættist tíðindi úr Laðangarði til Kálgarðs, tó at skamt var ímillum — so hatskir vóru teir hvør á annan, laðangarðsbóndin og kálgarðsbóndin.

Stutt var umliðið, tá ið bræv kom til løgmans frá kongi, at hann skuldi búgva ferð sína niður til at verja seg fyri slíkum, sum honum var um kent. Men av tí at løgmaður var vorðin gamal og orkaði illa at ferðast, tók sonurin, Guttormur, ferðina uppá seg. Tá ið løgmanssonurin kom inn á slottið hjá kongi, rætti hann eitt silvursteyp fram, fult av peningum, í bøtur fyri faðir sín, men kongur vildi ikki taka við tí. Føroyingurin varð standandi og rætti armin út alla tíðina — steypið hevði hann í hondini. Í endanum bliknaði hann, og armurin vildi signa. Tá tók drotningin ein stól og skeyt inn undir armin á honum. Kongur blíðkaðist eitt sindur, fór til hansara og spurdi hann um eina sak, sum hann helt ímóti ráðnum einsamallur, hvat hann hugsaði um hana. Løgmanssonurin segði, at hann var so ungur og visti so lítið enn, men eitt visti hann: at tað var lóg í landinum, sum Gud og kongurin vildu. So varð vitni tikið av honum við tað sama: hann skuldi prógva tað innan fjórða dag, segði kongur. Guttormur settist at blaða í løgbókini og blaðaði í tvey samdøgur, men fann einki. Í endanum kom máttloysi á hann, hann slummaði fram á borðið, sum hann sat, og droymdi, at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið umaftur. Hann so gjørdi, tá ið hann vaknaði, fann, hvar tað stóð, og breyt inn fyri. Um morgunin, tá ið ráðið var samankomið á slottinum, fór hann fram fyri kong, skeyt bókina til hansara og vísti honum á, fyrst konginum og so hvørjum undan øðrum. Kongur vann sakina og var nú so findarblíður við hin unga løgmanssonin aftur fyri hjálpina, at hann gav honum vald at velja sær tann besta garð, í Føroyum var, at hava til løgmansgarð, og Guttormur valdi tá Steigagarð í Vágum. So mikið gjørdi sonurin, at faðirin varð sitandi í friði í sínum løgmansembæti.

Ein dagin, sum hann sat til borðs við konginum, spurdu hovmenninir hann, um hann hevði nakrantíð etið av fagrari borði. Ja, segði hann. »Hvussu tá?« spurdu teir. »Á knøum sínum,« svaraði hann, »tí hvat Gud hevði gjørt var tað fagrasta«. Kongur spurdi hann, hvussu nógv egg tann føroyska gásin varp. “Tólv, viðhvørt trettan,” svaraði hann.

Óføra sterkur var Guttormur. Einaferð, sum teir rullaðu ammur (stórar tunnur) í Keypmannahavn, tók hann eina og bar í føvninginum. Hann varð spurdur, hvussu tað bar til, at hann var so sterkur — hvat hann hevði havt til føði. “Feska mjólk og turt lambakjøt,” svaraði hann.

Frálíka vakur var Guttormur og væl at sær komin. Aðra ferðina hann var niðri og kom á slottið, skuldi tí drotningin leggja hug á hann. Tá kvað hann niðurlagið:

Skuldi á mjúkum armi sovið -

ljósið tað er brunnið -

lystug var tann liljan, meg væl unni.

Frá hesari ferð eru enn høvd á lofti tey orð hansara: »Mine vatter ligge under landets dronning« - hon sat á vøttunum hjá honum.