Góð og fjøltáttaði trivnaðartilboð hava stóran týdning fyri trivnaðin hjá tí einstaka. Í hesum sambandi tekur bygdarráði sær av teimum kommunalu uppgávunum á undirvísingar- og mentunarliga økinum og almanna- og heilsuøkinum viðvíkjandi.

·         fólkaskúlanum, frítíðar- og kvøldskúlanum.

·         frítíðar tiltøkum fyri børn og ung.

·         barnaansing.

·         bókasavnsviðurskiftum.

·         uppgávum viðvíkjandi kommunalum ansingar- og eldri stovnum.

·         sáttmálum kommunan hevur við sjálvsognarstovnar og kommunusamstørv á økjunum.

Tað verður lagdur stórur dentur á at hava góð og fjøltáttaði trivnaðartilboð til allar aldursbólkar í sóknini.

Í gjøgnum nógv ár, hevur samstarv verði við aðrar kommunur í Suðuroy um kommunalu uppgávurnar á undirvísingar- og mentunarliga økinum og almanna- og heilsuøkinum. Eitt nú Læknamiðstøðina í Vági, NSR – SUÐUR, Fólkaskúlan í Vági, Sosiala Deild Suðuroy, v.m..