Sumba er elligamalt búpláss og verður bygdin hildin at vera landnámsbygd og  eldri enn ár 1200. Rík eru gomul minni og soleiðis eisini við Sumba, sum hevur eina gamla søgu at vísa á.
 
Nógvar sagnir eru eisini knýttar at bygdini, sum kunnu lesast um aðrastaðni og haðani kom eisini skaldið Poul F.

Sumba var mett til 64 merkur. Óðalsjørðin er 41 merkur og landsjørðin 23 merkur. Hvør mørk í Sumba er 0,39 ferkilometrar til støddar. Áseyðatalið er 2706. Tað er 42 áseyðir pr. mørk og ganga 108 áseyðir pr. ferkilometur og eru 0,9 hektar undir hvørjum áseyði.